Tilboð & tiltøk

Kvinnukvøld hjá Katrinu

Leygarkvøldið 14. mars kl. 18:00 bjóðar Katrina Christiansen, saman við Sunnvá Dahl Høgfeldt, til eitt eksklusivt kvinnukvøld við 5-rætta matskrá, kokkteylmenu, reyðum leypara, undirhaldi og diskara. Byrjað verður í nýggja matstovubygninginum hjá Hotel Hafnia, sum letur upp í summar. Her fáa tit eitt gott gott glas niðurundir, lekkrar brellbitar og eisini vitjan av Elisu Vang, sum fer at fortelja eina ella tvær góðar.


Matskráin

• Laksasalsa við fenniku, agurku, yuzu og tapiokakipsi.

• Guakamole við jomfrúhummara, rækjum, og rískipsi.

• Tapasbretti við osti, pylsum og súltaðum grønmeti.

• Steikt brokkoli, krem av bønum og geri, borðreitt við pinjukjarnum.

• Tacos við braiseraðum svínakjálkum, karamelliseraðum leyki og koriandum.

• Sjokulátu- og avokadoganache við berum, kili og etiligum blómum

Beinta Haraldsen diskar undir borðhaldinum. Eftir borðhaldið er kokkteylbarrin er opin

Prísur fyri kvøldið

Fyri hvønn: kr. 990 íroknað kokkteylmenu

Bílegg lætt og einfalt á netinum. Tú ert eisini vælkomin at ringja til okkum á 313243. Plássini eru avmarkað – tryggja tær borð longu í dag.

 

Ommusa páskalamb

Allar dagarnar á páskum borðreiða vit hjá Katrinu Christiansen við lambskjøti, eplum, reyðkáli, grønum ertrum & brúnari sós. Sjálvandi er møguligt at bíleggja sær okkurt lekkurt omaná.

Vit borðreiða kl. 12:00–15:30 hesar dagar:

2. apríl – Skírishósdag

3. apríl – Langafríggjadag
5. apríl – Páskadag
6. apríl – 2. Páskadag

Fyri hvønn: kr. 329

Børn hálvan prís.