Sjarma og søga, fyrsta floks matur, óformelt og nærverandi. Vælkomin til Katrinu Christiansen.
Køkurin er opin soleiðis:
Gerandisdagar kl. 12.00 - 14.00 og aftur kl. 18.00 - 22.00
Fríggjadagar og leygardagar kl. 18.00 - 23.00
Sunnudag kl. 18.00 - 22.00
Bílegg borð
Ósøtar vaflur við góðari fyllu:
Mánadag til fríggjadag 12–14
KC hjallur & vín:
Fríggja- og leygardag 16–18
Á la carte, snacks og smárættir:
Mánadag til hósdag 18–22
Fríggja- og leygardag 18–23
Sunnudag er stongt
Har Katrina Christiansen stendur í dag, hevur verið virksemi síðani fyrst í 1700-talinum. Húsini hava havt minst fýra ymisk nøvn: Bartskerstova, Skálahús, hjá Restorff, hjá Heinesen og hjá Katrinu Christiansen.
Umframt vinnuligt virksemi frá bartskerum til handil kann nevnast, at William Heinesen er føddur har, og búði síni fyrstu barnaár "hjá Heinesen", sum húsini vórðu rópt tá.
Hóast neyðugar ábøtur eru gjørdar, so er alt, sum kundi varðveitast í húsunum, varðveitt. Harafturat er nógv forkunnugt, sum var farið úr húsunum, afturfunnið og sett uppaftur.
Maturin í nýggju matstovuni er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.