Vælkomin

Sjarma og søga, fyrstafloks matur, óformelt og nærverandi. Vit viðmæla, at tú bíleggur borð í góðari tíð, soleiðis at tú tryggjar tær pláss. Vælkomin til Katrinu Christiansen.


Upplatingartíðir

Mánadag til hósdag 
kl. 10.30 – 14.00
kl. 18.00 – 21.00

Fríggjadag
kl. 10.30 – 14.00
kl. 18.00 – 22.00

Leygardag
kl. 10.30 – 14.00
kl. 18.00 – 22.00

Sunnudag
kl. 12.00 – 15.00
kl. 18.00 – 21.00
 

Bílegg heim við

Bílegg borð
Bílegg borð
Okkara stovur
WILLIAMSSTOVA
UPP Í 32 SITIPLÁSS
VIGGOSTOVA
UPP Í 28 SITIPLÁSS
BARTSKERSSTOVA
UPP Í 40 SITIPLÁSS
KJALLARIN
UPP Í 15 SITIPLÁSS
HJALLURIN
UPP Í 8 SITIPLÁSS
Skal tað vera privat?
Leiga eitt av okkara
hugnaligu og søguligu rúmum

Ring til okkum á 31 32 43 ella skriva til bilegg@katrina.fo, vit hjálpa fegin.

Um okkum

Har Katrina Christiansen stendur í dag, hevur verið virksemi síðani fyrst í 1700-talinum. Húsini hava havt minst fýra ymisk nøvn: Bartskerstova, Skálahús, hjá Restorff, hjá Heinesen og hjá Katrinu Christiansen.

Umframt vinnuligt virksemi frá bartskerum til handil kann nevnast, at William Heinesen er føddur har, og búði síni fyrstu barnaár "hjá Heinesen", sum húsini vórðu rópt tá.
 
Hóast neyðugar ábøtur eru gjørdar, so er alt, sum kundi varðveitast í húsunum, varðveitt. Harafturat er nógv forkunnugt, sum var farið úr húsunum, afturfunnið og sett uppaftur.

Maturin er inspireraður av spanska tapas-stílinum, men er fullførdur við íblástri frá føroyskum matsiði og øllum tí, sum okkara náttúra hevur at bjóða.